Ferðafólk vóru mannasmuglarar

Í Eysturríki hevur dómsvaldið dømt 22 grikkar millum níggju mánaðir og tvey ára fongsul fyri mannasmugling. Teir 22 grikkarnir komu við einum bussi til Eysturríkis og søgdu seg vera ferðamenn, men tá løgreglan fór at kanna bussin, fann hon 30 menn, kvinnur og børn úr Afghanistan í viðførisrúminum undir bussinum.

Bussurin var júst komin úr grikska býnum Thessaloniki til Wien, tá brotsmenninir blivu avdúkaðir, og sambært løgregluni var eingin ivi um, at grikkarnir vistu, at tað var ikki vanligt viðføri undir bussinum.

Undir avhoyringunum viðgekk tann yngsti smuglarin, ein 18 ára gomul genta, at hon var vitandi um afghanararnar. Hon greiddi frá, at hon hevði fingið 100 evrur fyri hvønn afghana. Hon segði, at hon hevði játtað at fara við bussinum, tí at hon hevði brúk fyri pengunum, sum hon kundi fáa sær eina útbúgving.