Ferðafólk væl nøgd við Reykjavík

90 prosent av teimum útlendsku ferðafólkunum, sum vitjaðu Reykjavík í summar, vóru væl ella sera væl nøgd við vitjanina. Tað vísa tøl, sum Høvuðsstaðarstovan kunngjørdi í gjár. Samstundis sigur stovan, at hetta er tað besta úrslitið, síðani farið varð undir at kanna hetta í 2004

Av teimum spurdu svaraðu 71 prosent, at tey høvdu verið á matstovu og etið, og 60 prosent søgdu, at tey høvdu verið til handils í býnum. Knappliga 40 prosent høvdu vitjað ymisk søvn og ymsar framsýningar, 22 prosent høvdu tikið lut í náttarlívinum, og nógv søgdu seg hava verið í svimjihallunum.

Høvuðsstaðarstovan fegnast eisini um, mat sambært hagtølunum hildu 86 prosent av teimum spurdu ferðafólkunum, at Reykjavík er ein tryggur býur at ferðast í, 83 prosent søgdu býin vera reinan, og 75 prosent vóru nøgd við samferðslukervið í býnum.

Tey eldru vóru serliga væl nøgd, tí í kanningini sæst, at 96 prosent av ferðafólkunum, sum vóru eldri enn 55 ár, vóru væl ella sera væl nøgd við umstøðurnar í býnum. 87 prosent av teimum yngru søgdu tað sama.

Umleið 2.000 útlendsk ferðafólk eru við í nøgdsemiskanningini, sum Høvuðsstaðarstovan ger á hvørjum ári. Sagt verður, at tað eru serliga norðuramerikanarar, sum eru væl nøgdir við býin, og eftir teir koma bretar og suðurevropear. Øll ferðafólkini, sum vóru við í kanningini, ferðaðust um flogvøllin í Keflavík.