Ferðafólk til gongu skulu ferðast ókeypis við skipunum hjá Strandferðsluni. Tað mælir ein arbeiðsbólkur til.
Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt løgmann, hvussu gongur við arbeiðnum samferðslubólkinum, samgongan skuldi seta at viðgera samferðsluspurningar.
Aksel V. Johannesen sigur, at í fjør fór Samferðslumálaráðið undir arbeiðið kanna um tað ber til at gera eina nýgja ferðaseðlaskipan, har tað ikki var so stórur munur á prísinum. Í tí sambandi varð ein arbeiðsbólkur settur, har Samferðslumálaráðið, Strandferðslan, Landsverk og Fíggjarmálaráðið vórðu umboðað, umframt at umboð fyri samgonguflokkarnar sótu í einum fylgibólki.
Aksel V. Johannesen sigur, at eitt tilmæli hjá arbeiðsbólkinum er at lata gangandi ferðafólk ferðast ókeypis við Strandferðsluni, soleiðis at tað bara verður goldið fyri bilin við førara.
Løgmaður sigur, at verður tað sett í verk, verða tey, sum ferðast við Strandferðsluni, javntsett við ferðafólk í bilum, sum koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.









