Flogfarið, sum skuldi fara úr Billund heim til Føroya seinnapartin, verður nakrar tímar seinkað, tí ein eftirlitslampa fór at lýsa, tá ferðafólkini vóru komin í flogfarið Ein eftirlitslampa fór at lýsa í flogfarinum hjá Atlantsflogi, tá flogfarið skuldi fara úr Billund heim til Føroya í dag klokkan 14.50.
Eitt av ferðafólkunum sigur við Portalin, at tey høvdu sitið eina løtu í flogfarinum, tá flogskiparin segði, at ein eftirlitslampa, sum ikki skuldi lýsa, kortini var farin at lýsa.
- Flogskiparin segði, at tey í samráð við teknisku leiðsluna í Føroyum høvdu gjørt av at restarta skipanina av nýggjum, men eftir hesa royndina lýsti lampan framvegis.
Tá ferðafólkini høvdu sitið í flogfarinum í einar 45 minuttir, fingu tey at vita, at mekanikarar skuldu koma úr Keypmannahavn, og at tað helst fer at taka einar 2-3 tímar, áðrenn flogfarið fer heim til Føroya.
- Vit hava júst fingið at vita, at vit fáa okkurt at eta. Her er gott veður, og vit hava tað øll gott, sigur ferðafólkið, sum Portalurin júst hevur tosað við.