Eitt av okkara kendastu skipum í ferðavinnuni,Norðlýsið, sum plagar at gera útferðir til Dímunar og kring Føroyar, hevur í ár eisini gjørt nakrar túrar til Koltur.
Birgir Enni, skipari á Norðlysinum, sigur, at áhugin fyri Koltri er vaksandi, eftir at Tjóðargarðurin nú er liðugur. Hann sigur, at Koltur er søgulig oyggj. Tilsamans fýra bóndagarðar og upp til 40 fólk hava búð har.
Í oynni er býlingurin Heimi í húsi settur í uppruna stand við góðari fíggjarligari hjálp frá A.P. Møller-grunninum og umframt arbeiðið upp á býlingin Heimi í húsi er hin býlingurin Norðuri í Gerðum eisini settur í stand.
Skiparin á Norðlýsinum sigur, at seinasti møguleiki at koma út í Koltur á hesum sinni er nú sunnumorgunin. Norðlýsið siglir ein túr kl. 10 og ein kl 13 av Gomlurætt.