Hóast tað er hásummar, forðaði ísur ferðamannaskipinum Clipper Adventure at sleppa til Hans Ø, so tey 112 donsku ferðafólkini umborð á skipinum fingu ikki ta upplivingina at sleppa upp á oynna. Ístaðin fyri fór skipið til eina uppaftur minni oyggj, sum ber sama navn, men sum er einar 150 fjórðingar longri suðuri.
Fyri tveimum árum síðani eydnaðist tað einum øðrum ferðamannaskipi, Ocean Nova, at sleppa til ta veruligu Hans Ø, men danska sjóverjan í Grønlandi sigur, at í summar mugu skip fáa hjálp frá ísbrótara, um tey skulu til oynna.
Hans Ø, sum fekk sítt navn eftir grønlendinginum Hans Hendrik fyri 140 árum síðani, er ikki meiri enn 1,3 ferkilometur, men kortini er oyggin orsøk til eitt diplomatiskt stríð millum Danmark og Kanada. Bæði londini kanna sær hana, og tað kemst sjálvandi av, at har kunnu vera áhugaverd ráevni undir havbotninum. Bæði londini hava havt almenn umboð uppi á oynni, og bæði Dannebrog og tað kanadiska flaggið hava veittrað har.










