Seinastu tíðina eru øll ferðafólk, sum koma til Føroya, kannað fyri koronu. Og í dag boðar Heilsumálaráðoið frá, at hendan skipanin fer at halda fram. Fyribils skal hon halda fram í góðar tveir mánaðir afturat.
Tað merkir, at øll ferðafólk, sum koma til Føroya hesa næstu tíðina, til 31. oktober, skulu lata seg kanna fyri koronu.
Løgtingið hevur játtað pengar til endamálið, so tað er ókeypis hjá fólki.
Umframt at ferðafólk verða kannað tá ið tey koma til Føroya, mælir farsóttanevndin staðiliga til, at tey eisini lata seg kanna tá ið tey hava verið her í seks dagar. Hendan kanningin kann gerast á sjúkrahúsunum og eisini er ókeypis.
Tað hevur verið funnist harðliga at, at landskassin skal rinda fyri hesar kanningarnar. Tað er upplýst í Løgtinginum at hesar kanningarnar kosta landskassanum tvær milliónir um vikuna. Tað koma 5000 ferðafólk til Føroyar um vikuna, men eftir fyrsta september vænta tey, at talið lækkar niður í 3000 fólk um vikuna, og sostatt gerast kanningarnar eisini tað bíligari.
Løgmaður hevur fleiri ferðir sagt, at Landsstýrið arbeiðir við eini skipan, so at fólk rinda sjálvi, men enn er ikki komið á mál við tí.