Ferðafólk skulu ikki longur sleppa ókeypis við Bussleiðini í Havn

Ókeypis Bussleiðin í Havn skal avtakast – fyri ferðafólk. Tað heldur arbeiðsbólkurin, sum nú hevur orðað ein ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar Kommunu.

 

Arbeiðsbólkurin ásannar, at tann ókeypis koyringin er ein góð tænasta sum er við til at gera Havnina til eitt serstakt ferðamál. Men tey halda samstundis, at hetta er ikki ein haldgóð loysn.

 

Tey vísa á, at um summarið koyrir rættiliga nógv fólk við Bussleiðini, og tað hevur hent seg, at borgarar í Tórshavnar Kommunu, sum eru tey, ið rinda fyri Bussleiðina, ikki fáa sitipláss í bussunum, tí hann er fullur av útlendskum ferðafólki.

 

– Tað fær fólk at ilskast inn á útlendsku ferðafólkini, og tað fær eisini tey útlendsku ferðafólkini at føla seg illa, tí tey hava ilt við at skilja, hví tey skulu sleppa at koyra ókeypis.

 

Tað er eisini ein trupulleiki, at ferðafólk brúka Bussleiðina til at fara beinleiðis útferðir í kommununi, og tað tekur inntøkur frá hýruvognum, ferðaleiðarum, og øðrum, sum skipa fyri ferðum.

 

Tí mælir arbeiðsbólkurin til, at ein skipan verður gjørd, har ferðafólk skulu rinda fyri at koyra við Bussleiðini.

 

– Tað kann skjótt gerast ein stór inntøka, sum kann brúkast til at menna ferðavinnuna enn meiri, halda tey.

 

Men tey mæla eisini til, at Busskoyringin verður skipað øðrvísi, at rutur og klokkutíðir verða broyttar, og at bussarnir koyra longri um kvøldið, og um vikuskiftini. Tey halda eisini, at ferðaætlanin skal gerast so, at hon er lættari at skilja, bæði hjá føroyingum og hjá útlendingum.

 

Tey, sum hava mannað arbeiðsbólki, ið hevur skrivað nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu, eru Jónhild Rasmussen, Súsanna Laursen, Theresa Turidardóttir Kreutzman, Annfinn Hjelm, Eyð Strøm og Hanna Simonsen.