Ferðafólk úr Týsklandi, Íslandi og Noreg ferðast ikki til Keypmannahavnar

1,5 milliónir týskarar, norðmenn og íslendingar hildu feriu í Danmark í 2019. 1,3 milliónir fóru ikki til Keypmannahavnar:

Vónbrotið var stórt millum gistingarhúsini, matstovurnar og upplivingarvinnuna í Keypjannahavn, tá stjórnin gjørdi av at lata landamørkini hjá Danmark upp fyri ferðafólkum úr Noreg, Týskladi og Íslandi, so leingi tey ikki gista í Keypmannahavn.

Men í veruleikanum er tað bara ein brotpartur av hesum ferðafólkum, sum gista í Keypmannahavn.

Tøl frá VisitDenmark vísa, at 144.000 gistu í Keypmannahavn og á Frederiksberg í 2019, meðan tey vóru í summarfrí í Danmark.

Samstundis gista nógv tey felstu – umleið 1,35 milliónir – uttan fyri Keypmannahavn. Tað vísir eitt upprit, sum felagið hevur send Vinnumálaráðnum.

Tølini eru uppgjørd við støði í gistinum, har ferðafólk hava havt goldið fyri í minsta lagi eina gisting. Tað er altso ikki við festivalferðafólki og cruiseferðafólki.

Í uppritinum upplýsir VisitDenmark, at ferðafólk frá grannalondum í fyrstu lagi vitja frítíðarhúsini, tá tey vitja í Danmark í juli og august.

Týskarar eru nógv flestir í tali í Danmark við eitt sindur yvir einari millión vitjandi í fjør Nógv tey fleistu leiga sær frítíðarhús.

Millum hini umleið 500.000, sum koma úr Noreg og Íslandi, er eldlur eingin ivi. Eisini her eru nógv tey flestu uttan fyri høvuðsstaðin.

Tað er frá 15. juni, at norðmenn, týskarar og íslendingar aftur slepp at vera ferðafólk í Danmark, hevu stjórnin gjørt av.

Mørkini hava í eitt sindur meira enn tveir mánaðir verið stongd fyri øllum, uttan so tey hava eitt – fyri myndugleikanir – viðkomandi endamál.

Við nýggju ferðareglurnar fyri ferðafólk koma at vera ávísar avmarkingar. Eitt nú skulu ferðafólk booka í minsta lagi seks gistingar, og gistingarstaðið skal upplýsast.

Ferða verða avvíst á markinum, um tey vísa týðulig sjúkutekin, eitt nú hosta ella hava fepur.

 

/ritzau/