Ferðafólk úr Týsklandi og Noregi kunnu frítt ferðast til Føroya

Av tí at danir hava latið mørkini enn meira upp, so eru mørkini til Føroya eisini latin enn meira upp

Nú fer Danmark at lata mørkini upp fyri Noregi, Týsklandi og Íslandi, soleiðis at ferðafólk úr hesum londum sleppa til Danmarkar hin 15. juni. Tað merkir, at ferðafólk úr Týsklandi og Noregi eisini sleppa til Føroya tá uttan at fara í sóttarhald.

– Um tey sleppa inn í ríkið, so hava tey atgongd til at sleppa til Føroya eisini. Tey skulu vera vælkomin til Føroya. Høvdu danir ikki gjørt tað, so høvdu vit gjørt tað sjálvi, sigur Jenis av Rana, mentamálaráðharri.

Hann heldur, at tað væl ber til at hava tamarhald á støðuni, hóast enn fleiri útlendingar kunnu sleppa inn í landið nú.

– Tað sigur bara tað, at vit eru á rættari leið. Vit skulu bara finna útav, hvussu vit fara at skipa tað við kanningum, sigur hann.

– Ein skipan skal gerast, sum skal verja mørkini, men sum ikki forðar fólki at sleppa inn í landið. Skipanin skal gera tað møguligt hjá fólki at sleppa inn uttan smittu, sigur Jenis av Rana.