Ferðafólk omandottin: Uttan vit á Landssjúkrahúsið

Tveir mans eru dotnir oman í Saksun í dag. Talan er um útlendsk ferðafólk, sum vóru farin ein gongutúr í fjøllunum. Óhappið hendi í Svínagjógv, norðan fyri Heljardalsá í Saksunardali.

 

Sjúkrabilur og tyrla vórðu send á staðið og menninir eru fluttir á Landssjúkrahúsið. Annar persónur, sum var uttan vit, bleiv fluttur við tyrluni á Landssjúkrahúsið. Hin varð fluttur við sjúkrabili.

 

Sambært løgregluni eru teir komnir illa til skaða og støðan er ikki góð.