Ferðafólk kunnu uppliva Føroyar úr sofuni

Visit Faroe Islands við nýggjum átaki til ferðafólk, sum máttu avlýsa teirra ferð til Føroyar

Ferðafólk, sum máttu avlýsa ella útseta teirra ferð til Føroyar í vár, fáa nú høvi at uppliva Føroyar kortini. Men ístaðin fyri sjálvi at vitja, kunnu tey uppliva Føroyar úr sofuni við at stýra einum føroyingi, sum gongur ymsastaðni í Føroyum.

Hetta gera tey ígjøgnum heimasíðuna remote-tourism.com. Við at trýsta á ymsar knøttar kann viðkomandi, sum stýrir, geva føroyinginum, sum gongur ein túr í Føroyum, ymisk boð. Til dømis at ganga frameftir, til vinstru ella høgru, at renna ella at hoppa – eins og í einum telduspæli. Øll onnur, sum vitja síðuna, kunnu fylgja við túrinum, síggja vøkru náttúruna og fáa íblástur at vitja Føroyar, tá londini lata upp aftur – bæði tey, ið máttu avlýsa túrin til Føroyar, og øll onnur.

– Hetta er ein stuttligur máti at samskifta við ferðafólkini, sum máttu avlýsa ella útseta sína ferð til Føroyar orsakað av COVID-19, samstundis sum onnur kring heimin eisini kunnu fáa gleði av at uppliva føroysku náttúruna ígjøgnum eyguni, oyruni og kroppin á einum føroyingi. Okkara ynski er, at átakið kann geva fólki íblástur at vitja Føroyar, tá tað aftur verður gjørligt, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.

Tað er av alstórum týdningi, at Føroyar áhaldandi eru frammaliga í huganum hjá fólki, tá tað ræður um at velja ferðamál.

##med2##

– Kappingin um ferðafólkini verður sera hørð, tá landamørkini lata upp aftur. Vit mugu tí hugsa øðrvísi og kreativt fyri at gera vart við Føroyar sum ferðamál. Vit fara út nú, meðan okkara kappingarneytar liggja lágt og í stóran mun fyrireika seg til átøk eftir COVID-19,  tí tað er týdningarmikið, at fólk hava okkum í huga. Eisini í hesum tíðum, tí fyrr ella seinni byrja fólk at ferðast aftur, sigur Guðrið Højgaard.

– Vit ímynda okkum eisini, at gistingarhús, flutningsfeløg og onnur, sum fáa avlýsingar í stórum tali, kunnu brúka átakið til at minna teirra kundar á, hvat Føroyar hava at bjóða sum ferðamál, leggur Guðrið Højgaard afturat.

Túrarnir vera eisini stroymdir á Facebook og Instagram síðunum hjá Visit Faroe Islands. Har kunnu fólk viðmerkja ella spyrja spurningar um túrin, um støðuna viðv. COVID-19 í Føroyum, ella um Føroyar sum heild, og fáa svar beinanvegin. 

Skipað verður fyri einum ella tveimum gongutúrum hvønn dag komandi dagarnar. Hvør túrur varir ein tíma. Gongutúrarnir eru gjørdir við loyvi frá jarðeigarum í økjunum, har túrarnir verð gingnir. 

Remote Tourism átakið er ment saman við lýsingafyritøkunum Sansir úr Føroyum og Mensch úr Danmark, og framleiðslufyritøkuni Kovboyfilm úr Føroyum.