Ferðafólk í Koltri á vetrardegi

- Djørvu menninir, sum vitjaðu í Koltri, noyddust at leypa á bláman fyri at koma sær umborð aftur, sigur Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri.

Hin 17. november fekk Bjørn Patursson í Koltri óvæntaða vitjan. Tað hevur ikki verið vanligt, at ferðafólk leggja at landi í Koltri í november. Men tað er ein farin tíð.

 

Á Facebook-siðuni - Koltur - vísir Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, á, at við framkomnari útgerð og profesionellum starvsfólkum er møguligt hjá ferðafólki at uppliva føroysku náttúruna, eisini vetrarhálvuna.

 

- Nógvir eru møguleikarnir, tá vindur, brim og heglingsæl verður tikið sum ein avbjóðing og helst eisini sum ein eyka uppliving.

 

Bjørn Patursson vísir á, at djørvu menninir, sum vitjaðu í Koltri henda dagin, noyddust at leypa á bláman fyri at koma sær umborð aftur.