Borgarstjórin í Vestvågøy í Lofoten, Remi Solberg, heitir nú á fólk, sum kundu hugsað sær at vitjað í kommununi, um ikki at koma fyribils.
Lofoten er annars eitt rættiliga eftirspurt ferðamál fyri norðmenn, sum vilja ferðast í egnum landi, og her vitjaðu nógvir norðmenn í fjør.
Remi Solberg er eisini leiðari í Lofotráðnum, og hann leggur dent á, at ráðini um ikki at koma til Lofoten at ferðast fyribils mugu fylgjast.
Tískil eru boðini hjá honum til tey, sum droyma um eina ferð til Lofoten, púra greið: Haldið tykkum heima!
- Vit ynskja ikki vitjan nú. Fólk eru vælkomin, tá vit farsóttin aftur er undir eftirliti, og fleiri eru vorðin koppsett, sigur borgarstjórin við NRK.
##med2##












