Ferðafólk gera gøtu niðan til kikaran á Eggjunum

Leygardagin 27. apríl koma 10 sokallaðir "voluntouristar" at gera eina gøtu í Vági

 

Fólk frá tekniska toyminum hjá Vágs kommunu gjørdu í farnu viku økið uppi á Eggjunum og settu upp kikara – og í næstu viku koma Voluntouristar, sum koma til Føroyar í samband við átakið hjá Visit Faroe Islands at gera gøtuna niðan til kikaran á Eggjunum.

Í eina tíð hevur verið arbeitt við ætlan um at seta upp kikara uppi á Eggjunum. Í samstarvi millum Vágs kommunu, Visit Faroe Islands, Suðuroyar Ferðavinnufelag og privatar stuðlar er hetta nú komið í lag, soleiðis at ein inngyrdur pallur er gjørdur og kikarin settur upp uppi á Eggjunum.

##med2##

Eggjarnar eru millum allarmest vitjaðu støð í Suðuroynni og lítið er at ivast í, at nýggi kikarin fer at draga enn fleiri fólk til sín. Vegurin niðan á Eggjarnar er tó nakað slitin og av somu orsøk verður í komandi viku farið undir at gera ábøtur á vegin.

Tað er tekniska toymið hjá Vágs kommunu, sum hevur staðið fyri at gera innigyrda pallin og at seta upp kikarin á Eggjunum.

Ein partur av arbeiðinum restar tó í, tí ein gøta skal gerast frá vegnum niðan til kikaran. Hetta arbeiðið koma 10 voluntouristar at gera leygardagin 27. apríl.

##med3##

Leygardagin 27. apríl er eisini ruddingardagur í Vági og koma Voluntouristarnir at eta morgunmat saman við bygdarfólkinum í Garðslon í Vági, har tey eisini fara at fáa sær súpan á middegi.

Voluntouristarnir fara til Havnar við tyrlini hjá Atlantsflog seinnapartin leygardagin.

(Kelda: Vágs Kommuna)