Ferðafólk fáa høvi at síggja nútíðarlist

Zacharias Heinesen, listamaður, heldur, at summarframsýningin er eitt gott høvi hjá føroyskum listafólkum at sýna fram nútíðarlist fyri útlendskum ferðafólki

 

Framsýning


Leygardagin kl. 14 letur summarframsýningin upp, og tað eru fjúrtan viðurkend føroysk listafólk, sum eru við. Norðurlandahúsið er karmur um framsýningina, og næstan alt húsið verður brúkt til at hýsa málningunum.

Listafólkini hava fingið boð um framsýningina í góðari tíð, og tískil eru tey flestu listaverkini gjørd júst til hesa framsýningina, sum hevur samband við ta stóru listastevnuna í august.

Summarframsýningin verður hangandi í Norðurlandahúsinum í góðar tveir mánaðir. Tí verður gott høvi hjá útlendskum ferðafólki, sum ofta leggja leiðina í Norðurlandahúsið, at fáa innlit í føroyska nútíðarlist.

Møguleikarnir hjá føroyskum listafólki at sýna fram nútíðarlist eru ikki so góðir. Tí fáa fleiri listafólk mangan vitjan av ferðafólki heima í sínum atelieri, har tey vilja síggja, hvat rørist í føroyska listaheiminum.

Tað sigur Zacharias Heinesen, sum er ein av listafólkunum, ið sýna fram í Norðurlandahúsinum. Hann vísir samstundis á, at ferðafólk hava stóran áhuga fyri nútíðarlisitni í Føroyum, og tey sakna hana.

Hann greiðir frá, at talan mest er um abstraktar málningar, ið eru at síggja. Hetta er eitt rák innan føroyska listaheimin, sum ger seg alt meira galdandi, og tey flestu mála bara abstrakt. Tað er næstan óvanligt at síggja ein málning, har tað ber til at siga nágreiniliga, hvat málningurin skal ímynda.


Mest málningar

Talan er mest um vanligar málningar, sum eru á listaframsýningini. Onnur listaverk eru ikki so væl umboðað. Tó er onkur glotti at hóma.

Glasfuglarnir hjá Tróndi Patursson, sum vóru við á Várframsýningini eru við, og Tita Winther hevur gjørt eina nót úr mannahárum.

Annars sigur Zacharias Heinesen, at Norðurlandahúsið ikki er tað besta til at sýna fram málningalist, men hinvegin er hetta eitt hús, har nógv fólk kemur hvønn dag.