Ferðafólk fáa eitraðan drykk

Fólk, sum fara til Indonesia at halda frí, eiga ikki at drekka eitt slag av lokalum víni, tí tað vísir seg, at tað eitrandi evnið metanol er í víninum. Tað sigur kunningarstjórin hjá donsku ferðaskrivstovuni Apollo, Rikke Koks Anderassen, við danska kringvarpið. Hon sigur, at í løtuni hava tey bara nøkur fá ferðafólk í Indonesia og á Bali, men at tey kortini hava valt at kunngera ávaringina.

Svenska blaðið Aftonbladet skrivar um tann 28 ára gamla svian Johan (myndin), sum var og ferðaðist á indonesisku oynni Gili Trawangan, sum er í landsdynningspartinum av landinum. Á einari barr gjørdi hann av at fáa sær ein drykk av slagnum Mojito, sum er sera væl umtóktur har um vegir. Men hetta var ikki ein vanligur Mojito-drykkur, tí metanol var í honum. Um kvøldið bleiv tann ungi sviin sjúkur, og tá sjúkrabilurin kom eftir honum, var hann deyður. Líkkanningin avdúkaði, at hann hevði nógv metanmol í kroppinum, skrivar Aftonbladet.

Indonesiskir fjølmiðlar skriva, at umleið 50 fólk eru deyð av metanoleitran har í ár.