Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin
-----
Meðan samgongan ætlar at lækka um túratalið hjá Strandferðsluni ynskir Javnaðarflokkurin, at tað í 2014 verður ókeypis hjá ferðafólki at ferðast millum firðir.
Tað handlar um at raðfesta. Í játtanarkørmunum, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fram í farnu viku, var greitt, at samgongan ikki raðfestir tænastuna til fólk, ið ikki búgva á meginlandinum. Hesaferð eru sandingar og suðuroyingar við sviðið soð.
Ætlanin hjá samgonguni vendir heilt skeivt. Heldur enn ódámliga og virðingarleyst at skerja tænastuna til hesi økir eiga vit at styrkja sambandið við útjaðarøkini, so vit kunnu skapa trivna og framburð kring alt landið. Júst tí løgdu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi í samband við fíggjarlógina fyri 2012, eina ætlan fram, at broyta ferðaseðlaskipanina hjá Strandferðsluni til gagns fyri fólk uttanfyri meginøkið.
Ætlanin hjá okkum og Tjóðveldi er, at frameftir verður gjald einans tikið fyri bilar og farm umborð á skipunum hjá Strandferðsluni, meðan ferðafólk skulu kunna ferðast ókeypis.
Bilar og farmur rinda
Hesa skipan kenna vit frá undirsjóvartunlunum. Tá koyrt verður um firðir við bili ella bussi gjøgnum undirsjóvartunnlar rindar tú bert tunnilsgjald fyri bilin, meðan ferðafólkini í bilinum sleppa ókeypis.
Ferðast tú hinvegin um firðir við Strandfaraskipum Landsins rindar tú ikki einans fyri bilin, men eisini ferðafólkini rinda ferðaseðil.
Tað er ein sannroynd, at tað kann skjótt gerast kostnaðarmikið hjá einari familju við t.d. tveimum hálvvaksnum børnum úr Suðuroy at fara ørindi norður um fjørðin við bili. Tá rinda øll hvør sítt gjald fyri túrin, umframt at førarin rindar fyri bilin. Hinvegin rindar ein familja bert eitt gjald fyri bil, tá ið tey koyra gjøgnum ein undirsjóvartunnil.
Ætlanin hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi sum varð løgd fram í samband við fíggjarlógina, var at hækka játtanina til Strandferðsluna við fýra mió. kr. í 2012, so ferðaseðlakostnaðurin fyri ferðafólk kundi minka við 40 prosentum beinanvegin.
Ókeypis fyri ferðafólk í 2014
Henda tilgongd skuldi halda fram komandi tvey árini, so tað í 2014 kundi verða ókeypis fyri ferðafólk at ferðast sjóvegis.
Endamálið við uppskotinum er sostatt at fara undir eina tilgongd at javnseta ferðaseðlakostnaðin millum tey, ið ferðast gjøgnum undirsjóvartunnlar, og tey, ið ferðast við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins. Útjaðaranum og ferðavinnuni at frama.
Hevur landskassin ráð…
Hvørja ferð sparingar verða framdar, so hoyra vit at hetta er neyðugt, tí landskassin hevur ikki ráð. Hóast andstøðan í fíggjarnevndini setti 4 milliónir av á fíggjarlógini fyri 2012 til at lækka ferðaseðlaprísin við (varð niðurstemma av samgonguni), so hevði fíggjarlógaruppskotið hjá andstøðuni heilar 218 milliónir minni í hallið enn fíggjarlógaruppskotið hjá samgonguni.
Fíggjarlógaruppskotið hjá andstøðuni í fíggjarnevndini prógvar, at tað ber væl til at varðveita túratalið og lækkað um ferðaseðlaprísin, samstundis sum vit minkað um hallið á fíggjarlógini. Tað handlar um at raðfesta. Tíverri raðfestir samgongan øðrvísi.
Vit í Javnaðarflokkinum fara tó enn einaferð at leggja uppskotið fyri Løgtingið, nú fíggjarkarmarnir fyri koma til viðgerðar í Løgtinginum.










