Ferðafólk burturflutt í Egyptalandi

Tvær amerikanskar kvinnur, sum vóru í einum ferðalagi, vórðu burturfluttar í Sinai í Egyptalandi í dag. Amerikanska sjónvarpið NBC News sigur, at ferðalagið var á veg til býin Sharm el-Sheik í einum bussi, tá vápnaðir menn við gekkaskorti steðgaðu bussinum. Menninir tóku pengarnar frá øllum ferðafólkunum og noyddu síðani tær báðar kvinnurnar inn í ein bil, sum hvarv inn ímóti fjøllunum.

Egyptiskir myndugleikar siga, at teir hava sent bæði løgreglumenn og hermenn at leita eftir kvinnunum og burturflytarunum. Myndugleikarnir siga, at tað vóru beduinar, sum rændu kvinnurnar. Beduinararnir hava leingi kært seg um, at teir fáa ongar sømdir frá landsmyndugleikunum, og teir hava fleiri ferðir søkt at løgreglustøðum fyri at vísa sína misnøgd.

Myndugleikarnir rokna við, at burturflytararnir fara at krevja pengar aftur fyri at lata tær báðar kvinnurnar leysar.