Ferðafólk brúka pengar allastaðni

Men næstan øll brúka pengar í Havn

Gallup Føroyar hevur í einum spurnarumfari spurt ferðafólk í Føroyum hvaðani tey eru. Tað vísir seg, at meiri enn helmingurin av øllum ferðafólkunum eru úr Evropa, men at nærmastu grannarnir kanska ikki eru so raskir at vitja.

 

Gamaní eru 17 prosent av teimum spurdu úr Danmark, men einki annað norðurland er í topp 5. 14 prosent eru úr Týsklandi, 8 prosent úr USA og Kanada og onnur 8 prosent úr Italia. 7 prosent koma úr Stóra Bretlandi og onnur sjey úr Fraklandi.

 

Ein stórur meiriluti av ferðafólkum nýttu pengar í Tórshavn. Síðani nýttu 43 prosent pengar í ávikavist Klaksvík, Runavík og Tvøroyri. 42 prosent nýttu pengar í størri bygdum, sum t.d. í Sandavági, Miðvági, Fuglafirði og Vági. 42 prosent keyptu eitthvørt í smáu bygdunum, sum t.d. í Saksun, Tjørnuvík og Gjógv. 27 prosent nýttu pengar á smáu oyggjunum, sum t.d. í Fugloy, Svínoy, Mykinesi ella Nólsoy.

 

Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum 22. juli til 22. august 2018. 483 ferðafólk játtaðu at taka lut í kanningini. Flestu samrøðurnar (71%) fóru fram á Tax Free økinum á flogvøllinum í Vágunum, meðan 28% av samrøðunum vórðu gjørdar á keiini í Tórshavn.