Ferðabátur holvdist

20 fólk druknaðu, tá ein ferðabátur holvdist á einum vatni í New York

Myndugleikarnir í New York halda, at tann 12 metrar langi báturin holvdist, tí hann kom í aldurnar frá einum øðrum báti.

47 fólk vóru við "Ethan Allen", sum var farin eina útferð á vatninum Lake George. Tey flestu ferðafólkini vóru pensjonistar, og sambært myndugleikunum vóru tað eisini yvirhøvur eldri fólk, sum druknaðu. Eygnavitni greiddu frá, at summi ferðafólk vóru í bjargingarvesti, men ikki øll, og nøkur teirra endaðu inni undir bátinum, tá hann holvdist.

"Ethan Allen" var var glastrevjabátur, men allur yvirbygningurin var úr glasi.