Talv
Ferðin hjá føroyska landsliðnum var umvegis Keypmannahavn, Munchen og so Ljubljana. Á seinasta teininum ferðaðist talvlandsliðið saman við FIDE heimsmeistaranum Ruslan Ponomariov úr Ukreina. Hann gjørdist nummar tvey í seinastu stórmeistarakappingini, sum var í Føroyum í 2000. Russarin Alexandur Grischuk vann kappingina. Fleiri av telvarunum høvdu væntað at so stór stjørna ferðaðist í stórum ferðalagið við managera, venjara og øðrum fólki fyri ikki um at tala at hann sjálvsagt ferðaðist á fyrsta flokki.
Men so er ikki við Ponomariov, hann var púra einsamallur á ferðini og hóast hann var eitt sindur svinnur, so var hann fúsur at práta við føroysku telvarnar. Hann segði, at hann mintist væl kappingina í Føroyum ? hóast hann hevði telvað nógvar kappingar síðani. Við sær úr Føroyum hevði hann fingið myndabók av Føroyum, hana var hann sera fegin um og rósti vakurleikanum í Føroyum. So hóast ein superstórmeistari sum Ponomariov hevur úr at gera er ikki óhugsandi at hann kann lokkast aftur til Føroya.