Strandferðslan er komin í knípu.
Eina rættiliga stóra knípu.
Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, varð samstundis staðfest, at við teimum oljuprísum, sum tá vóru, fór tað at verða ein kampur hjá Strandferðsluna at halda játtanina, tí hon var so tepur.
Men síðani er ojuprísurin rættiliga nógv hækkaður.
Tað merkir, at heldur hesin oljuprísurin sær, fer Strandferðslan at hava eitt hall upp á einar 10 milliónir krónur, uttan so at tiltøk verða sett í verk.
Og Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, ásannar, at skal Strandferðslan spara 10 milliónir, verður neyðugt við so álvarsligum stigum, at hann vil næstan kalla tað bygnaðarligar broytingar á Strandferðsluni, bæði hvat ferðaseðlaprísum og ferðaætlan viðvíkur.
- Hetta fer at føra til eina heilt munandi skerjing í túratalinum, staðfestir hann.
Hann sigur, at hann hevur boðað landsstýrismanninum í vinnumálum frá støðuni, tí Strandferðslan vil ikki seta so ógvuslig tiltøk í verk uttan at boða politiska myndugleikunum frá.
Fáa hægri játtan
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, segði við Rás2 í gjár, at tað er neyvan politiskur meiriluti fyri at skerja túratal ella at hækka prísirnar á ferðaseðlum.
Tí fer hann at hann biðja um politiska undirtøku fyri at útvega Strandferðsluni eina eykajáttan, so at tað ber til at varðveita túratal og ferðaseðlaprísir.
Hann staðfestir, at gongdin í oljuprísinum er ein stórur trupulleiki og tað ber ikki til at broyta ferðaætlanina alla tíðina eftir gongdini í oljuprísinum.
Tí er ætlanin at stovna eina serliga oljukontu, har ein ávís upphædd verður sett á. Verður nýtslan minni, fellur tað aftur til landskassan og røkkur hon ikki til, verður játtanin hækka.
Óbroytt
Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt á jólum, legði politiski myndugleikin upp til, at ferðaseðlaprísirnir hjá Strandferðsluni skuldu ikki hækka í ár og túratalið skuldi ikki lækka.
Annars varð samtykt at áleggja eitt serligt umhvørvisavgjald á alla olju, eisini oljuna, sum skipini hjá Strandferðsluni brúkar.
Men í evstu løtu varð samtykt at frítaka Strandferðsluna fyri hetta serliga oljuavgjaldið.
Tað fekk politiska myndugleikan at niðurfesta í sjálva fíggjarlógina at hetta viðførir, at “ Harvið verða ferðaseðlakostnaðir og túratal óbroytt komandi ár”, sum tað stendur í fíggjarlógini.
Hetta er ein politisk staðfesting av, at bæði túratal og ferðaseðlaprísir skulu varðveitast í ár, til onnur boð koma frá politiska myndugleikanum.
Tí kann Strandferðslan ikki av sínum eintingum skerja túratalið ella hækka prísin, uttan í samráð við politiska myndugleikan.