? Eg havi alla tíðina stúrt fyri, at teir fóru at finna upp á okkurt. Og tíverri fekk eg rætt.
Eisini Hergeir Nielsen, løgtingsmaður úr Vági, er sera misnøgdur við seinasta tiltakið hjá Strandferðsluni at lata Smyril sigla á Vág leygardagin.
Á síðu trý hava vit greitt frá nýggju ferðaætlanini og, hvussu stóra provokatión, Henrik Old, løgtingsmaður heldur hetta vera.
Ein annars løgtingsmaður úr Vági, Hergeir Nielsen er púra samdur.
Tá ið løgtingið samtykti at Smyril skuldi sigla á Vág, var endamálið, at hesin túrurin skuldi koma vinnulívinum til góðar.
? Men at lata Smyril sigla á Vág leygardag kann vinnulívið ikki brúka til nakað sum helst.
?Í veruleikanum tænir ein túrur á Vág leygardag ongum endamáli, tí tað er alment viðurkent í Suðuroy, at Drelnes er samferðsluhavn í Suðuroy.
? At sigla til Vágs við ferðafólki, er heilt burturvið. Sostatt er vinnulívið einasta orsøk til at sigla á Vág, sigur Hergeir Nielsen.
Hann sigur, at hann hevur spurt seg fyri, og hann hevur fingið at vita, at Strandferðslan hevur hvørki spurt vinnulívið, ella bý- og bygdaráð til ráðs, áðrenn túrurin til Vágs varð settur í ferðaætlanina.
? Men eg havi alla tíðina varhugan av, at okkurt sovorðið fór at henda.
? Tí tá ið uppskotið varð til viðgerðar í tinginum nevndi eg, at tað átti at verið meiri ítøkiligt fyri nettupp at sleppa undan slíkum.
? Tá vóru tað tingmenn, sum høvdu hug at sláa tað upp í glens, tí ?nakað slíkt kundi landsstýrismaðurin aldrin finna uppá?.
? Men nú hevur so tíðin víst, at illgrunin var rættvísur, tí tað er júst tað, hann hevur gjørt.
Hergeir Nilsen sigur, at tað, sum nú er hent, er ein provokatión ímóti løgtinginum.
? Hetta er at tamba løgtingsins vilja meiri enn gott er, heldur hann.
Hergeir Nielsen úr Vági er einasti løgtingsmaður úr Suðuroynni í samgonguni, og vit hava spurt hann, um hann ætlar at taka málið upp.
? Eg veit ikki, hvat fer at henda. Men eg havi nú nakrar dagar at umrøða meg í, til tingið kemur saman aftur.
? Men tað er ómøguligt hjá tinginum at leggja ferðaætlanina, tí tað er at leggja seg út í eitt umsitingarligt mál, og tað kann tingið ikki.
Hergeir Nielsen dylir ikki fyri, at hann er ógvuliga vónsvikin av landsstýrismanninum í samferðslumálum.
? Eg fekk í samgonguskjalið, at suðuroyarsiglingin skuldi dagførast beinanvegin.
? Men tað gingu yvir 400 dagar til tað hendi.
? Í sínum fíggjarlógaruppskotið hevði landsstýrismaðurin skyldu til at leggja upp fyri, at suðuroyarsiglingin varð dagførd.
? Harafturat fekk eg tingið at samtykkja tvær milliónir eyka til suðuroyarsiglingina.
? So eru bara hesar báðar milliónirnar útvegaðar til endamálið, hevur landsstýrismaðurin ikki røkt sína skyldu, sigur Hergeir Nielsen.
Hann sigur, at hann ivast stórliga í grundgevingunum fyri ikki at sigla á Vág.
? Tað hevur fyrr borið væl til at fáa fram íland og umborð í Vági. So hví tað ikki skal bera til nú, veit eg ikki.
? Tað er rættiliga nógvur farmur, sum kann lossast og lastast í Vági. Er tað so okkurt, sum tað ikki ber til, kann tað fara um Drelnes, men hetta eru undantøkini, siugur hann.
Hevur mótmælt
Løgtingsmaðurin úr Vági sigur, at fyribils hevur hann mótmælt ætlanini.
Hann hevur eisini mótmælt, at Smyril skal broyta ferðaætlanina í morgin, so at klaksvíkingar sleppa til finaluna í fótbólti um løgmanssteypið sunnudagin.
? Men hetta ber í sær, at teir suðuroyingar, sum skulu suður sunnukvøldið, eru ikki við hús fyrrenn klokkan 1-2 sunnukvøldið.
? Tað ber ikki til, at Smyril skal takast frá suðuroyingum, hvørja ferð okkurt er á vási, sigur Hergeir Nielsen.
Hann sigur, at hann hevur givið landsstýrismanninum fleiri átalur í sambandi við suðuroyarsiglingina.
? Men eg veit ikki, hvat tað hjálpir. Men eg eri varur við trupulleikan og nú má umhugsast, hvat skal gerast, sigur Hergeir Nielsen.