Ferðaætlanin hjá Smyrli

Jacob Vestergaard

Støðan í Suðuroynni hevur verið nógv viðgjørd hetta seinasta árið. Seinasta dømið er ferðaætlanin hjá nýggja Smyrli. Hóast vitandi um hvussu stóran týdning ferðasambandið til og frá Suðuroynni hevur fyri menningina og trivnaðin í Suðuroynni, er ikki vilji til at økja túratalið, nú nýggi Smyril kemur.
At soleiðis er, er onki nýtt. Hetta hendir nærum hvørja fer. "Vit skylja tykkara støðu, men tað kostar ov nógv". Tað skortar ikki við jaligum viðmerkingum og uppskotum um batar, men tá ítøkilig stig skulu takast og neyðugi peningurin játtast, ber ikki til.
Uttan at fara nærmari inn á ferðaætlanina, tað skuldi ikki verið neyðugt, tí flest øll vita hvønn týdning ferðasambandið hevur, so kann ein staðfesta, at ymiskar grundgevingar verða nýttar, alt eftir hvar ein er í landinum. Á Suðuroyarleiðini skal ein fyrst síggja um Smyril siglir fullur av fólki og farmi hvønn túr eftir verandi ferðaætlan, áðrenn túratalið kann økjast. Sama er ikki galdandi á hinum farleiðunum, men tá tað snýr seg um Suðuroynna, kunnu slíkar grundgevingar nýtast, og tað vísur seg tíverri, at tær verða góðtiknar.
Í januar mánað í ár kom landsstýrið við einari "Suðuroyarætlan", sum við 10 punktum lýsti, hvussu vánaliga støðan í Suðuroynni kundi vendast.
Hóast fleiri av punktunum vóru staðfestingar av betringum, sum longu eru framdar ella settar á dagsskrá, kundi ein fegnast um, at politiski mynduleikin tók støðuna í Suðuroynni í álvara, og viðgjørdi hana á hægsta stigi.
Endamálið við "Suðuroyarætlanini" er at javnstilla Suðuroynna við restina av landinum. Undir punkt 2 í "Suðuroyarætlanini" ásannar landsstýrið, at Suðuroyggin er sera fjarskotin bæði tá tað snýr seg um flutningssambandið innanoyggja og við útheimin o.s.fr.
Hóast landsstýrið í januar í ár ásannaði trupuleikan og legði upp til batar, vísur tað seg nú, at tað ikki ber til at fáa økt túratal við nýggja Smyrli. Viljin vísti seg at verða góður, men tá ítøkilig stig skulu takast - neyðugi peningurin játtast - ber ikki til.
Søgan endurtekur seg. Hetta er tíverri ikki eindømi, heldur ikki tá tað snýr seg um "Suðuroyarætlanina". Tí mugu allar góðar kreftir taka seg saman, fylgja ætlanini - tí góða viljanum, sum var - upp, so vit veruliga fáa nakað burturúr.
Vit hava ivaleyst sjálvi ein part av skuldini, tað er sjón fyri søgn. Sjálvt tá tað snýr seg um eitt so upplagt og sjálvtsagt ynski, sum at fáa Smyril at sigla tríggjar túrar hvønn dag, standa vit ikki saman. Men tá tað vísur seg tó hvørja fer, at tað sum er ein sjálvfylgja aðrastaðir, ber ikki til í Suðuroynni.
Nú síðsta hond verður løgd á fíggjarlógaruppskotið fyri 2006, skal eg minna á "Suðuroyarætlanina". Tað er nú tann góði viljin skal vísast í verki.
Eitt betra ferða- og flutningssamband millum Suðuroynna og Havnina, við minst trimum túrum hvønn dag, er eitt ítøkiligt stig tann rætta vegin.