Ferðaætlan hjá FaroeJet

Inni á heimasíðuni hjá FaroeJet kann ein nú finna tíðirnar, íð nýggja flogfelagið fer at flúgva.

Í lágártíð  frá 14. august til 22. juni verður flogið úr Keypmannahavn klokkan 9.00 og úr Føroyum klokkan 11.30 mánadag til leygardag. Sunnudag verður flogið klokkan 15.45 úr Keypmannahavn og 18.30 úr Føroyum.
Háártíð  23. juni til 13. august verður flogið tvær ferðir allar dagar uttan leygardag. Úr Keypmannahavn klokkan 9.00 og 15.45 og úr Føroyum 11.30 og 18.30. Leygardag verður bara flogið klokkan 9.00 úr Keypmannahavn og klokkan 11.30 úr Føroyum.