Fenris vitjar í Nólsoy

Tá Ternan legði at í Nólsoy klokkan umleið 16.50, fekk ferðafólkið undirhald av Fenris bólkinum við gøtuleiki.

Tá Ternan legði at í Nólsoy klokkan umleið 16.50, fekk ferðafólkið undirhald av Fenris bólkinum við gøtuleiki.

 

Tey stóðu hvø síni megin landgangin og sungu, meðan fólk og bilar komu í land av Ternuni. Síðani vórðu øll boðin longur yvir á keiina, har norðurlendski ungdómsleikbólkurin framførdi gøtuleik í umleið hálvan tíma.

 

Nólsoyingar stóðu trúliga í sólskinninum og hugdu at hesum ungu, sum førdu fram eini fimm-seks ymiskar stuttleikir.

 

Ein hugnalig løt í góðveðrinum á keiini í Nólsoy.