FENRIS vitjar Føroyar

80 leikarar í FENRIS bólkinum spæla sjónleik í Føroyum í hesum døgum

Í góðveðrinum á G! settu teir 80 fenrisleikararnir sín serliga dám á, meðan fjøldin fylgdi við. Leygardagin vóru leikararnir í Runavík, har stórt laksatorg var, og mánadagin vitjaði FENRIS bæði í Nólsoy og Mykinesi.


Stóra framførslan verður í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 19.30, tá leikurin ‘FENRIS á turné’ verður sýndur. Leikurin bleiv frumsýndur á Akureyri fyrr í juli. Evnið í stóra leikinum í Norðurlandahúsinum er samleiki, individualisma og ungdómur.

Tey ungu valdu sær sjálvi evnið, tí tey hildu, at individualisma er vorðið eitt mantra í dagsins samfelag. Øll skulu rannsaka seg sjálvan og hava støðuga framgongd – men hvussu gerst hetta, tá ein samstundis ynskir at vera við í sosialum felagsskapi, ið bæði røkkur tvørtur um landamørk, mál og mentanir? Hesir spurningar verða eisini viðgjørdir í leikinum hóskvøldið.

Fenris

Fenris er ein norðurlensk ungdómsverkætlan við ungum og yrkislistafólki úr 6 norðurlenskum londum.

80 ung úr Danmark, Finlandi, Føroyum, Íslandi og Norra framføra við sangi, tónleiki, dansi og stúltum á einum palli uppbygdur við kassum.

Luttakandi bólkarnir eru Tónleikabólkurin Ragnarock úr Danmark, Leikklubburinn Saga úr Akureyri í Íslandi, Sjónleikarabólkurin Glotti úr Gøtu í Føroyum, Hurja Piruetti úr Raseborg í Finlandi og Tana Kulturskúli, Sámi Mánáid Teáhter úr Tana í Norðurnorra.

Stefan Moberg úr Svøríki er leikstjóri. Tónleikin hevur Kristian Blak úr Føroyum staðið fyri. Jenny Romberg úr Finlandi er koreografur, Henrietta Vedel úr Norra er dramaturgur og Johanne Eggert úr Danmark er pallsniðgevi.