Myndugleikarnir í kinesiska býnum Zhenping hava nú biðið kvinnuna Feng Jianmei um umbering fyri, at hon bleiv tvingað til fosturtøku í sjeynda mánað.
Tað skelkaði mong, tá myndir av teirri 23 ára gomlu Feng og tí deyða fostrinum komu á internetið, og bæði einstaklingar og feløg funnuast hvassliga at framferðini hjá teimum kinesisku myndugleikunum.
Myndugleikarnir noyddu Feng Jianmai til fosturtøku, tí hon hevði ikki pening til at gjalda 40.000 yuan ella 37.000 krónur í bót, sum hon hevði fingið fyri at bróta lógina um, at hon og maðurin kundu bara hava eitt barn.
Nú hevur tann lokala stjórnin viðgingið, at fosturtøkan var ólóglig, tí hon bleiv framd aftan á sætta mánað, og fyribils eru tveir embætismenn rendir til hús orsakað av málinum.