Lutakast til innleiðandi umførini í Champions League hevur júst verið, og B36 dró í fyrsta umfarinum lið av Malta. Vinnur B36 dystin, skal liðið spæla ímóti Fenerbahce úr Turkalandi
22 lið eru við í fyrsta innleiðandi umfari av Champions League, og lutakast fall soleiðis út fyri B36, at teir skulu spæla ímóti Birkirkara av Malta.
Fyrri dysturin hjá B36 verður á útivølli 11. juli, og seinni dysturin á heimavølli 19. juli.
Kemur B36 víðari frá fyrsta umfarinum, bíðar turkiska stórliðið Fenerbahce í næsta umfari. Dystirnir á vølli í Turkalandi eru tiltiknir, og tað verður nakað av einum avbjóðing fyri B36, um havnaliðið kemur so langt.









