Femikrimiin blástemplað

Við bókini "Den nordiske femikrimi - læbestiftslitteratur eller fornyelse af en genre" eru nógv umrøddu krimisøgurnar eftir kvinnuligar høvundar komnar í bókmentasøguna



Vit vita tað væl - nýggjastu tíðindi innan sonevndu femi-krimisøgurnar eru farin at líkjast í so nógv teimum næst nýggjastu. Men ikki hesuferð, tí seinast vit frættu, er femi-krimisøgan komin í bókmentasøguna. 


Í bókini ”Den nordiske femikrimi – læbestiftslitteratur eller fornyelse af en genre” roynir høvundurin Frank E. Andresen at finna fram til, hvat tað er, sum ger hetta slagið av bókum til metseljarar kring allan heim, og á hvønn hátt hetta tykist at vera eitt serligt norðurlendskt fyribrigdi. 


Sambært høvundanum, byrjaði hetta rákið annars við bókunum hjá ensku P.D. James fyrst í sjeytiárunum og kvinnuliga detektivinum Cordelia Grey. Við norðurlendsku høvundunum kom tó munandi meir privatlív og kærleikstrupulleikar við í søgurnar. Í løtum minna lokabrøgdini millum kynini um tær kærleiksfløkjur, vit annars kenna best frá Jane Austen, og er hetta kanska tað, sum hugtekur mest við bókunum, heldur høvundurin. 


Sambært ummælum er ”Den nordiske femikrimi” væl skrivað, gløgg og tankavekjandi uttan at gerast tungur akademiskur lesnaður.