Tey fýra feløgini á vestara armi á Skálafjørðinum, sum skipa fyri SøluRásini, Strálan, StÍf, Skála Ítróttarfelag og Skála Kappróðrarfelag, býta avlopið av sølustevnuni millum sín.
- SøluRásin hevur fingið góða undirtøku, og hetta hevur verið ein væl vitjað framsýning og soleiðis eisini eitt ískoyti til rakstur hjá feløgunum. Sum oftast hava vit havt eitt hampiligt avlop, men tað eina árið sveik, tá illveður herjaði hin seinna dagin.
Anfinn Gærdum sigur, at tá alt er goldið, sum SøluRásin kostar, verður avlopið býtt í fýra partar til feløgini.
SøluRásin verður fyri seytjandu ferð í Ítróttarhøllini á Skála komandi vikuskifti, leygardagin og sunnudagin.










