Feløg fáa nú pengar

.

Tórshavnar Býráð hevur játtað fleiri stovnum og feløgum í høvuðsstaðnum fíggjarligan stuðul til ymisk endamál. Býráðið hevur játtað Frelsunnarherinum 35.000 krónur , KFUM 75.000 krónur, Sjónleikarahúsinum 335.000 kr, Havnar Kappróðrarfelag 95.000 kr.

Somuleiðis fekk Bragdið 55.000 krónur og Gundalshøllin fekk 130.000.

M.a. skal nýtt gólv leggjast í Gundadalshøllina

Bragdið ætlar at keypa gamla B 36 húsið til felagshús.

Men harafturat hevur Musikskúlin fingið 225.000 at innrætta loftið liðugt fyri og Djúpagilsbrunnurin fekk 100.000 at gera brunnin til eina tjørn at fríðka um rundanum brunnin.

Býráðið hevur eisini samtykt, at framyir fær eitt felagshús bara stuðul einaferð. Tvs, at verða eini felagshús seld, nyttar einki at biðja um stuðul til húsið aftur.