Felli kostaði Bakkafrost yvir 174 milliónir

Tey hava lagt eina ætlan fyri, hvussu trupulleikin skal loysast

Herfyri keypti Bakkafrost eitt stórt alibrúk í Skotlandi, men har hava tey havt stórar trupulleikar at dragast við. Tann størsti trupulleikin er, at felli er so stórt, at tað hevur avleiðingar fyri fíggjarliga úrslitið hjá Bakkafrost. Serliga nú í oktober og november hevur Bakkafrost sett 174,6 milliónir av til tað óvanliga stóra felli, sum hevur hevur verið.                            

 

Bakkafrost sigur, at høvuðsorsøkin til óvanliga stóra felli í Skotlandi er, at laksur - ið longu frammanundan hevði trupulleikar við toknunum, eisini fekk aðrar trupulleikar afturat. Serliga eru tað torvur av pinku-hvalspýggjum, ið hava sett seg á toknurnar á fiskinum. Bakkafrost sigur, at tað tað hevur gingið illa at viðgera fiskin við feskvatni, eitt nú tí at tað er ikki kapasitetur til tað.

 

Á kapitalmarknaðardøgunum í september legði Bakkafrost fram eina fimm ára íløguætlan, ið millum annað umfatar íløgur í brunnbátar við útgerð til at viðgera fiskin við feskum vatni. Viðgerð við feskvatni er sera munagóð móti bæði lús og toknutrupulleikum.

 

Næsta ár fær Bakkfrost tveir nýggjar brunnbátar til at viðgera við feskvatni. Annað skipið fer til Skotlands og hitt skal vera í Føroyum. Tað merkir at viðgerðin feskum vatni meira einn trýfaldað og tað fer at minka munandi um trupulleikan, sigur Bakkafrost.