Belgiski miðvallarin sleppur undan at møta saman við liðfeløgunum á belgiska landsliðnum. Helst er orsøkin, at hann í kvøld skal skriva undir sáttmála við Manchester United.
Soleiðis er líkt til, at David Moyes í evstu løtu fær styrk til miðvøllin hjá meistarunum. Hóast nógv hevur verið tosað og skrivað, so hevur tað enn ikki eydnast Moyes at styrkja um hópin hjá ensku meistarunum, síðani nýggi venjarin kom til felagið í summar, men enskir miðlar vita at siga, at tað nú bert er spurningur um formalitetir, áðrenn Marouane Fellaini kann fara í reyðu troyggjuna.
Hinvegin hevur Everton enn einaferð sagt nei takk til eitt boð frá Manchester United upp á enska landsliðsbakkin, Leighton Baines.










