Fellaini til Kina

Kinesiskt stórfelag rindar útvið 100 milliónir fyri Manchester United-leikaran.

Upprunaliga ætlaði Manchester United-venjarin, Ole Gunnar Solskjær, ikki at selja nakran spælara áðrenn flytingargluggin letur aftur á midnátt, men nú er líkt til, at hann hóast alt má selja ein av spælarunum.


Tað er Marouane Fellaini, sum nú sigst at vera á veg til Kina, har hann sambært enskum miðlum, eitt nú BBC og Sky Sports, fer at skriva undir ein trý ára sáttála við Super League-felagið, Shandong Luneng.


Skiftið er framvegis ikki alment, men verður tað helst seinni í kvøld. Sambært Goal, so rindar kinesiska felagið áleið 85 milliónir fyri 31 ára gamla Fellaini, sum hevur spælt við Manchester United síðani 2013.


Shandong Luneng, sum eitt nú hevur fyrrverandi Southamton-áleyparan, Graziano Pellè, í hópinum, vann í fjør bronsu í kinesisku Super League.