Fella uppskotið um minni skatt av heimavirkni

Jørgen Niclassen, Fólkaflokkurin, hevur skotið upp at minka skattin og taka MVG burtur av heimavirkisvørum

Valigur skattur skal ikki gjaldast avheimavirkaðum vørum uttanso at inntøkan fer upp um 50.000 krónur. Minni upphæddir skulu bruttoskattast við 15 prosentum.

 

Tað stendur í einum uppskotið frá Jørgen Niclassne, Fólkaflokkurin, men onki bendir, at hetta uppskot fær undirtøku í Løgtinginum.

 

Meirlutin í fíggjarnevndin sigur, at ein nevnd verður sett, su fer at eftirkann skattaskipanina annars og tí eiga vit at bíða eftir tí niðurstøðuni. Minnilutin í nevndin, Jacob Vestergaard, Bill Justinussen og Bárður Nielsen mæla til, at uppskotið verður samtykt.

 

-Eg vóni samgongan fer at broyta støðu. Hetta kostar ikki landskassanum eina krónu og fer at gagna ómetaliga mongum fólkum, segði Bill Justinussen.