Frumskógurin við Amazonas í Brasil er ongantíð minkaður so skjótt sum nú. Nýggjar fylgisveinamyndir avduka, at fimm teir seinastu mánaðarnar í fjør varð eitt 3.235 ferkilometrar stórt øki ruddað. Tað er ongantíð hent áður, og brasilska umhvørvismálaráðið ber ótta fyri, at hetta er bara helmingurin av sannleikanum.
Hóast myndirnar ikki eru kannaðar til fulnar enn, hevur brasilska stjórnin longu gjørt av at taka neyðug stig. Luis Inacio Lula da Silva, forseti, sum fyri einum ári síðani segði, at myndugleikarnir høvdu fingið tamarhald á skógarvinnuni, hevur hildið kreppufund við stjórnina, skrivar Reuters. Har varð samtykt at senda fleiri løgreglulið at verja frumskógin.
Tann stóra frumskógarfellingin í Brasil er ikki eitt brasilskt innanríkismál, tí frumskógurin hevur stóran týdning fyri allan heimin. Brasilsku myndugleikarnir fara nú at kanna tær nýggju myndirnar, men stjórnin hevur longu sagt seg bera ótta fyri, at myndirnar avdúka ikki alt.