Felix leypir ongantíð aftur

Eysturríkarin Felix Baumgarten, sum fyri næstan tveimum vikum síðani gjørdi nógv umtalaða lopið úr rúmdini, hevur nú boðað frá, at hann steðgar við tí heldur serliga ítrivinum.

- Eg havi tikið avgerð um, at hatta var tað seinasta ekstrema lopið, sum fólk fara at síggja meg gera, segði Baumgarten týsdagin, tá hann hitti aðalskrivaran í ST, Ban Ki-moon.

Teir báðir prátaðu um tað ekstrema lopið, har Baumgarten setti ikki færri enn fýra heimsmet. Og tað vakti virðing hjá aðalskrivaranum í ST.

- Eg helt, eg fór at fáa hjartasteðg, segði Ban Ki-Moon, sum eins og hinar átta milliónirnar av fólkum fylgdi við á internetinum, tá Baumgarten fór við fullari ferð móti jørðini.

Aðalskrivarin kallar eysturríkaran fyri heimsins djarvasta persón, og Baumgarten fortelur, at hann er tilreiðar at samstava við ST í framtíðini.