Tað var eftirlit við telduposti, sum gjørdi, at pakistansku og amerikansku myndugleikarnir fingu fatur á yvirgangsmanninum Khalid Sheikh Mohammed í pakistanska býnum Rawalpindi.
New York Times veit at siga frá keldum í CIA, at amerikanska fregnartænastan helt eftirlit við telduposti til ein mann, sum var staddur í Rawalpindi. Maðurin æt Mohammed Omar Abdel Rahman, og er sonur ein blindan egypta, sum í 1995 varð dømdur fyri at hava havt ætlanir um eina bumbuatsókn at ST-húsunum í New York. Tá pakistanska fregnartænastan fór til bústaðin hjá manninum, funnu teir eisini Khalid Sheikh Mohammed har, skrivar New York Times.
Blaðið veit eisini at siga, at CIA hevur verið í hølunum á Khalid Sheikh Mohammed seinastu tíðina. Tann 13. februar var tað um reppið, at hann varð tikin, men tað eydnaðist honum at sleppa til rýmingar, skrivar blaðið.










