Felagsskapir vælkomnir í skúlarnar

Tað er upp til skúlaleiðslurnar at gera av, hvør felagsskapur sleppur inn í skúlarnar at greiða frá sínum sjónarmiðum, men í prinsippinum eru øll vælkomin, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum

- Eg veit ikki, um tað ljóðar so skilagott at felagsskapir fara út á barnagarðar at greiða frá sínum sjónarmiðum, men annars haldi eg, at tað er upp á sítt pláss, at teir koma inn í skúlarnar, sigur Herálvur Jacobsen.
Serliga í hesum føri, tá tað snýr seg um LGBT heldur formaðurin í Lærarafelagnum, at tað er ógvuliga viðkomandi.
- Øll tosa um fólk við øðrum kynsligum samleika enn heteroseksuell, og tí er tað betur, at upplýst verður sakliga um hetta, sigur Herálvur Jacobsen.
Fólkaskúlin byggir á tolsemi og javnvirði, og tí heldur hann, at tað er upp á sítt pláss, at áhuga felagsskapir sleppa inn í fólkaskúlan at greiða frá sínum áhugamálum.
- Lærarafelagið metir avgjørt, at fólkaskúlin skal vera opin fyri øllum felagsskapum, men treytin er sjálvandi, at teirra boðskapur er opin og siðiligur, sigur Herálvur Jacobsen.
Hann heldur kortini ikki, at tað skal bera til hjá hesum felagsskapum bara at boða frá, at nú koma teir at greiða frá teirra sjónarmiðum.
- Tað eigur sjálvandi at gerast á tann hátt, at ein lærari heitir á viðkomandi felagsskap um at koma í skúlan at hava eina framløgu um síni áhugamál, sigur Herálvur Jacobsen.

Lærarin leiða
Hann er samdur við skúlastjórunum í Eysturskúlanum og Kommunuskúlanum, at tað er uppgávan hjá lærarunum at undirvísa í øllum lærugreinum.
- Men tað er upp til læraran í eitt nú seksualundirvísing at heita á áhugabólkar um at koma inn at greiða frá teirra sannføring, eins og væl og kristnilærarar kunnu heita á samkomur um at koma at greiða frá teirra sannføring, sigur Herávur Jacobsen.
Er tað viðkomandi fyri undirvísingina, so heldur formaðurin í Lærarafelagnum, at pláss skal vera fyri øllum.
- Ein treyt er tó, at hetta verður gjørt á ein sakligan hátt, og at tað er viðkomandi fyri undirvísingina. Tað er heldur ikki so, at skúlin stendur opin fyri einum og hvørjum, sigur Herálvur Jacobsen.
Men grundleggjandi heldur formaðurin í Lærarafelagnum, at tað er í lagi, at felagsskapir og áhugabólkar sleppa inn í fólkaskúlan til á ein sakligan og siðiligan hátt at greiða frá, hvørjum teir standa fyri.
- Vit skulu bara minnast til og vera varðug við, at tað er ein grundleggjandi munur á at missionera og at kunna og upplýsa, sigur Herávur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum.