Oyrarbakki: Felagsskúlin á Oyrarbakka er veruliga ein felagsskúli!
Hetta er skúlin, har omanfyri 100 næmingar møtast til skúlagongd hvønn einasta dag, tey árini sum næmingarnir ganga í framhaldsdeildini.
Tey koma koyrandi úr ymsum ættum, men við einum fyri eyga: At hitta floksfelagar sínar í skúlanum á Oyrarbakka og búgva seg út bókliga, til at fara víðari út í samfelagið.
Hinvegin so er júst hetta, at hava næmingar úr so mongum ymiskum støðum, ein avbjóðing hjá lærarunum: Hetta at duga og megna at samansjóða allan henda ungdómin, soleiðis at tey kunnu fáa nakað gott burturúr í skúlatíðini.
Fyrimunurin er kortini tann, at næmingarnir kenna nógvar av hinum næmingunum frammanundan, tí fleiri teirra eru virkin innan ymiskar ítróttargreinir so sum fótbólt, hondbólt og kappróður.
Samansjóðing
Hvussu týdningarmikið tað er at samansjóða allar hesar næmingarnar, tað veit eisini skúlastjórin, Jón Ingi Ejdesgaard.
Hann er nú farin undir sítt fyrsta skúlaár sum skúlastjóri á hesum skúlanum. Og hetta vita hinir 10 lærararnir eisini.
So tá vit byrjaðu skúlagongdina í ár, so tóku vit tað fakliga meiri róliga at byrja við.
Vit pressaðu ikki á uppá nakran máta. Men vit royndu at geva næmingunum eina bleyta innføring í skúlagongdina, sigur Jón Ingi Ejdesgaard.
Sum skúlastjóri hevur Jón Ingi avmarkað tímatal sum lærari. Hann hevur í 9. flokk í rokning, eins og hann er skúlavegleiðari. Annars fer restin av tíðini til starvið sum skúlastjóri.
Hann tók við starvinum sum skúlastjóri á Oyrarbakka, eftir at hava verið lærari í Oyndarfirði í samfull 20 ár.
101 næmingar
Í Felagsskúlanum á Oyrarbakka ganga dagliga 101 næmingar. Teir koma úr øllum bygdunum í økinum við skúlan úr Gjógv, Tjørnuvík og aðrastaðni.
Næmingatalið hevur áður verið størri, og hevur onkutíð verið heilt uppi á 160 næmingum hetta var skúlaárið 1990/91. Men síðani Kollafjørður gjørdist partur av Tórshavnar kommunu, hava kollfjarðarbørn gingið í framhaldsdeild í høvuðsstaðnum.
Ætlanin er at fara undir eina størri útbygging av felagsskúlanum, soleiðis at hann til fulnar kann svara til krøvini í nýggju fólkaskúlalógini. Enn er hetta arbeiðið ikki byrjað, men fyri skúlastjóran hevur hetta málið skund.
Jón Ingi sigur, at henda útbyggingin er ein fyritreyt fyri at lærarnir kunnu hava eitt gott arbeiðspláss og at næmingarnir kunnu fáa ein góðan skúla.
- Vit vóna, at tað verður skjótt. Men tað er ein politisk avgerð, nær arbeiðið við útbyggingini kann byrja, sigur skúlastjórin.
sb.