Felagsskúlin á Oyrarbakka 25 ár

Í ár eru liðin 25 ár síðan Felagsskúlin á Oyrarbakka varð bygdur. Hann er einasti skúli í landinum, sum bara hýsir framhaldsdeild, og eru tað kommunurnar í Sundalagnum sum saman við Funnings- og Gjáar kommunum, sum eiga skúlan.

Í sambandi við at skúlin hevur rundan føðingardag verður »opið hús« á skúlanum leygardagin 29. mai frá klokkan 15 - 18.

Klokkan 15 hugleiða Petur Martin Rasmussen, prestur o. o. um, hvussu hendan skúlabygging fekst í lag, og hvønn týdning skúlin hevur havt. Aftaná verður ein drekkamuður at fáa, og myndir av næmingum eru at síggja, eins og høvi verður hjá fólki at hittast og fáa eitt prát um farnar dagar.