Felagssangur til sólarmyrkingina

Visit Tórshavn skipar fyri felagssangi á Vaglinum tann 20. mars

 

Í sambandi við sólarmyrkingina, verður skipað fyri stórum mentanartiltaki við felagssangi og føroyskum dansi á Vaglinum í Havn fríggjakvøldið 20.mars klokkan 23.


Klokkan 23 byrjar felagssangur, sum Havnarkórið undir leiðslu av Leif Hansen stendur fyri. Eftir hetta skipar dansifelagið Tøkum Lætt fyri føroyskum dansi.

Sangheftir vera at fáa í Snarskivuni og hjá Visit Tórshavn skrivar Visit Tórshavn á Facebook-vanganum.