Felagsmøtir við talum og sangi

Aftur í ár verður leguhúsið í Nesvík karmur um árligu felagsmissiónsvikuna.

Henda møtivikan byrjar mikukvøldið við møti kl. 19:30, har Regin Høgnesen, trúboðari talar og har Marita, Hallgerð og Jóhanna úr Haldórsvík fara at syngja.
Síðani halda møtini fram alt at sunnudegi, tá felags sunnudagsskúli verður kl. 15 og seinasta møtið kl. 18.
Talar og sangkreftir koma ymsastaðni frá úr landinum.