EB/Streymur fór seinnapartin úr Sarpugerði við 2-0 sigri eftir tætta uppgerð. Bæði málini skoraðu teir síðstu løtuna, tá ið tað gjørdist rættuliga dramatiskt.
Landsliðsspælarin Marni Djurhuus legði EB/Streym framum eftir horna, tá ið tað restaðu fimm minuttir. So flutti GÍ fólkið langt fram. GÍ málverjin, Geza Turi, sá reytt, tí dómarin metti, at hann úti á vøllinum hevði taklað Ronnie Samuelsen ov harðliga.
Í yvirtíðini staðfesti Leif Niclasen EB/Streyma sigurin, eftir at bólturin varð spældur innfyri úr høgru.