Felagsliðið í eldinum

Í løtuni spælir nýggja felagsliðið hjá suðuroyingum sín fyrsta dyst á Eiðinum í Vági.

Bólturin er farin á rull.

 

Í løtuni spælir nýggja felagsliðið hjá suðuroyingum sín fyrsta dyst á Eiðinum í Vági. Har spæla Suðuroyingar, sum nýggja liðið verður rópt, móti ÍF  í 1. deild. Dysturin byrjaði klokkan 15.

 

Myndin omanfyri er tikin fyri løtu síðani á Eiðinum í Vági.

 

Sunnudagin kl. 15 spæla somu lið í Effodeildini við Stórá í Trongisvági.