3. páskadag, týsdagin 2. apríl klokkan 19.30 verður felagskirkjulig guðstænasta í Evangellihúsinum í Tróndargøtu í Havn, har flestu kirkjuliðini og samkomurnar í høvuðsstaðnum eru við.
Millum fyrireikararnir av felagskirkjuligu guðstænastuni eru Jóhannes Òlavsson hjá Evangeliihúsinum, og Heri Joensen, sóknarprestur.
Farna mánamorgun vitjaðu Jòhannes Òlavsson og Heri Joensen Rásarúmið hjá Rás2, har teir greiddu frá felagskirkjuligu guðstænastuni.
Tað ber til at hoyra prátið í ljóðbrotinum undir greinini.