Felagsins endamál og virki

Føroya Lærarafelag hevur sum endamál at røkja starvsligu, lønarligu og uppalingarligu áhugamálini hjá fólkaskúlalærarum í Føroyum, at styrkja og stimbra samanhaldið, at arbeiða fyri menning fólkaskúlans og at fremja vælskipaðan skúlaskap á kristnum grundarlagi í Føroyum.

Tað verður millum annað roynt við, at:

• Nýta samráðingarrættin við landsmyndugleikar, kommunumyndugleikar og aðrar skúla- og tænastumyndugleikar
• Ansa eftir, at avgerðir millum myndugleikarnar og lærarar um lønarviðurskifti og arbeiðskor verða hildnar
• Røkja viðurskifti limanna og myndugleikanna millum
• Arbeiða fyri, at arbeiðslíkindini hjá tí einstaka liminum eru góð og trygg,
• Veita limum sakkøna hjálp, sum teir í lærarayrki sínum hava tørv á, og sum felagsnevndin heldur seg kunna stuðla