Bátafelagið á Toftum, sum skipar fyri bátafestivali í morgin, hevur ein dreym um eitt felagshús, men enn liggja hesar ætlanir helst nakað frammi í tíðini. Høgni W. Høgnesen, formaður í Bátafelagnum á Toftum, sigur, at felagið hevur havt ætlanir um at byggja eini felagshús, og í hesum sambandi hava tey havt fyrispurning hjá Nes kommunu um grundøki.
- Jú, vit hava ein dreym um at fáa tak yvir høvdið, men vit hava ikki fingið at vitað, hvørjar ætlanir kommunan hevur kring um havnalagið.
Høgni W. Høgnesen ásannar, at byggiætlaninar helst liggja nakað frammi, tí enn hevur felagið ongar tekningar av einum slíkum húsi. Hann dugir tí heldur ikki ítøkiliga at siga, hvussu felagið hugsar sær, at ein slík byggiætlan kemur at síggja út.
- Vit hava reist fyrispurningin hjá kommununi, har vit hava søkt um grundøki. Tey hava neyvan gjørt meiri við málið, og tað hava vit heldur ikki, sigur hann.
Formaðurin í Bátafelagnum ásannar, at felagshølini hjá teimum er stóra tjaldið, sum tey eiga, og sum nú verður brúkt á hvørjum festivali.
- Vit kunnu siga, at okkara felagshús verður pakkað upp, tá bátafestivalur er og verður síðan pakkað niðuraftur, tá tiltakið er liðugt, sigur Høgni W. Høgnesen.